Fíggjarmálaráðið vil strika lønarhækkan

Fíggjarmálaráðið vil strika lønarhækkan
Fíggjarmálaráðið vil strika lønarhækkan upp á smáar 600 krónur til limir Starvsmannafelagnum , sum kemur í gildi í heyst
 
08.05.2020 - 18:37

Fíggjarmálaráðið ynskir at strika lønarhækkanina upp á smáar 600 krónur til limir í Starvsmannafelagnum, sum kemur í gildi 1. oktober í ár.

Tað er greitt, eftir at Starvsmannafelagið var á fundi við Fíggjarmálaráðið mikudagin.

Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, Jørgen Niclasen, tók stig til fundin.

Nýggjur sáttmáli varð undirskrivaður millum fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið síðst í januar í ár. Hann hevði við sær eina lønarhækkan upp á smáar 800 krónur fyri lægru lønarbólkarnar og smáar 600 krónur fyri hægru bólkarnar frá 1. oktober í fjør.

Sambært sáttmálanum hækkar lønin hjá øllum lønarbólkum við 2.25 prosentum 1. oktober í ár. Tað svarar til umleið 600 krónur, men fíggjarmálaráðið ynskir, at hendan hækkanin verður strikað.

Onnur fakfeløg eisini á fundi

Súni Selfoss, formaður í Starvsmannafelagnum, sigur, at felagið hevur hoyrt ynski frá fíggjarmálaráðnum, men at tað skal viðgerast væl og virðiliga av nevnd og ráðgevum, áðrenn nøkur niðurstøða verður gjørd.

Núverandi sáttmáli umfatar umleið 1500 limir.

Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum váttar fyri Kringvarpinum, at hann hevur verið á fundi við fakfeløg í vikuni. 

Tey fakfeløgini, hvørs sáttmálar gingu út 1. oktober í fjør, og sum enn ikki hava fingið nýggjan sáttmála, hava verið á felags fundi við fíggjarmálaráðið, og skotið hevur verið upp at hava felags samráðingar fyri hesi.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 23. mars
Fótbóltsprát
206044
Mánadag 23. mars
Góðan morgun Føroyar
206034
Mánadag 23. mars
Morgunlestur mánadagur 23.mars 2026
205920
Sunnudag 22. mars
Valkøn fríggjakvøldið 20. mars 2026
206022
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 24. mars
Tinggáttin - teknmálstulkað
206085
Mánadag 23. mars
Tinggáttin
206081
Mánadag 23. mars
Veðrið
206070
Sunnudag 22. mars
Trapputing av Oyrasundi
206018