Bretland letur varisliga uppaftur

bannari
Bretland letur varisliga uppaftur
Boris Johnson, forsætisráðharri, hevur kunngjørt eina ætlan, men í Skotlandi, Wales og Norðurirílandi eru tey ivasasom
Boris Johnson, forsætisráðharri, fær ikki undirtøku frá stjórnarleiðarunum í Skotlandi, Wales og Norðurírlandi um at lata ov samfelagið ov skjótt uppaftur
 
11.05.2020 - 09:19

Bretski forsætisráðharrin, Boris Johnson, segði í røðu til bretska fólkið í gjárkvøldið, at landið fer nú at lata varisliga uppaftur.

- Men hetta er ikki løtan at strika tilmælini, segði Johnson í sjónvarpaðu røðuni

Hetta skal gerast í stigum næstu tveir mánaðirnar. Í fyrstu atløgu verður loyvt at venja uttandura so nógv, sum tær lystir. 

Men bótin til tey fáu, sum ikki virða ásetingarnar, verður størri nú, segði Boris Johnson.

Eisini mælir bretski forsætisráðharrin fólki, ið ikki kunnu arbeiða heima, eitt nú timburmonnum, til at fara til arbeiðis aftur,  men ikki brúka almenna flutningskervið.

Skúlar og handlar

Eftir ætlan fara fyrstu næmingarnir í skúla aftir 1. juni, handlar kunnu lata uppaftur í fyrsta lagi í juni, og gisingarhús, skeinkistøð og matstovur lata uppaftur í fyrsta lagi í juli, um so er, at tølini fyri koronusmittuna ganga rætta vegin.

Men funnist verður at ætlanunum hjá Johnson, og serliga eru tað boðini um, at fólk kunnu fara til arbeiðis aftur. 

Keir Starmer, formaður í Labour, sigur, at Johnson biður fleiri milliónir fólk fara til arbeiðis aftur, uttan at geva teimum rætta vegleiðing.

- Vit hava ikki leiðreglurnar, og vit vita ikki, hvussu tað fer at rigga við almenna flutningskervinum, so tað eru nógvir spurningar, sum koma eftir hetta, sigur Starmer, sambært The Guardian.

Hóast Johnson legði dent á, at hann mælti arbeiðarunum frá at brúka almenna flutningskervið, so er tað trupult hjá nógvum ikki at gera tað.

Avgerðin hjá Johnson um at slaka í tilmælunum ger, at tað nú er ymiskt, hvussu koronufarstóttin verður handfarin í Bretlandi.

Ver á varðhaldi

Higartil hava tey fýra londini havt somu tilmæli, men leiðararnir í Skotlandi, Wales og Norðurirlandi vilja ikki fara somu leið sum Johnson, og broyta herrópið "Ver heima" til "Ver á varðhaldi".

Skotski forsætisráðharrin, Nicola Sturgeon, segði eftir røðuna hjá Johnson í gjárkvøldið, at tað kann fáa álvarsligar avleiðingar at sleppa slagorðinum "Ver heima". Hon heitti á skotar um ikki at fylgja nýggju tilráðingini um at venja uttandura. 

Sturgeon sigur, at boðini frá Johnson vóru veik og ógreið.

Eisini forsætisráðharrin í Wales, Mark Drakeford, leggur dent á, at landið hevur ikki broytt boðini um, at fólk skulu  vera við hús. Hann segði eisini, at Wales  fer at lata skúlar uppaftur 1. juni, soleiðis sum Boris Johnson ætlar.

Bretski forsætisráðharrin fer at leggja ætlanina um at lata samfelagið uppaftur fyri parlamentið í dag. Bretlandi stongdi meginpartin av samfelagnum 23. mars..

Meira enn 31.800 fólk eru deyð av koronusmittuni í Bretlandi, og sløk 220.000 hava fingið staðfest smittuna.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 30. november
TEMAPLÁTAN 40, 'Isolation', Toto, 1984
184316
Leygardag 30. november
Jambalaja - 301124
184448
Leygardag 30. november
Upp á tá - 291124
184433
Leygardag 30. november
Upp á tá - 221124
184431
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 30. november
Kanst tú siga farvæl? (1:2) - teknmálstulkað
184426
Leygardag 30. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184422
Fríggjadag 29. november
EM-endaspælið: Føroyar - Sveis
184417
Fríggjadag 29. november
Veðrið
184408
Fríggjadag 29. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184321