Politiið kannar harðskapsmál í Klaksvík

Politiið kannar harðskapsmál í Klaksvík
Tveir dreingir skulu hava lopið á eina 23 ára gamla kvinnu týsdagin
Politiið sigur seg ikki vita, hvør skal hava framt harðskapin. (Savnsmynd)
 
18.07.2024 - 08:29

Politiið váttar, at tað hevur fingið fráboðan um eitt harðskapsmál í Klaksvík týsdagin.

Sambært Facebook var ein 23 ára gomul kvinna álopin klokkan hálvgum tvey týsdagin.

Tveir dreingir skulu hava lopið á hana. Annar sparkaði, og hin steinaði, sambært tí, sum er skrivað á Facebook. 

Politiið fekk fráboðanina um somu tíð, sum boðini komu á Facebook.

Politiið hevur tosað við tann, sum boðaði frá, og verið á staðnum, har sum harðskapurin skal vera framdur.

Politiið sigur seg ikki vita, hvør skal hava framt harðskapin.

Men arbeitt verður við málinum, sigur politiið. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 4. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205117
Týsdag 3. mars
Veðrið
205102
Týsdag 3. mars
Stjørnan í fimta parti
204959