Biden ætlar at nýskipa hægstarætt

Biden ætlar at nýskipa hægstarætt
Amerikanski forsetin ætlar m.a. at seta avmarkingar fyri, hvussu leingi hægstarættardómarar kunnu sita í starvinum
Joe Biden, forseti, ætlar at broyta hægstarætt.
Mynd: AFP/Ritzau Scanpix  
 
17.07.2024 - 08:46

Amerikanski forsetin, Joe Biden, fyrireikar lógaruppskot um nýskipanir í hægstarætti í USA, siga keldur við Washington Post.

Tvær keldur, sum hava kunnleika um málið, siga, at í uppskotinum vera etiskar leiðreglur og avmarkingar fyri, hvussu leingi hægstarættardómarar kunnu sita sita í starvinum, skrivar Washington Post. 

Í dag eru níggju dómarar í hægstarætti, og teir eru tilnevndir fyri lívið.

Biden hevur eisini ætlanir um at broyta grundlógina fyri at strika umfatandi órinið hjá forsetum, skrivar blaðið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 9. juni
Morgunlestur týsdagur 9.juni 2026
209281
Mánadag 8. juni
Poppverturin 2
208458
Mánadag 8. juni
RagnarRokk: Baz Nicholls um Destructor
209095
Mánadag 8. juni
Morgunlestur mánadagur 8.juni 2026
209280