Skulu gjalda skatt í Føroyum

Skulu gjalda skatt í Føroyum
Fólk, sum búgva í londum, sum Føroyar ikki hava tvískattaavtalu við, skulu nú gjalda kapitalvinningsskatt í Føroyum
 
14.05.2020 - 09:22

Eitt lógaruppskot um hetta er komið í løgtingið.Tey, sum búgva í londum, sum tvískattaavtala er við, sleppa tó framvegis undan kapitalvinningsskattinum. Tey gjalda skatt í heimlandinum. Føroyar hava tvískattaavtalu við Norðurlond, Bretland, India og Sveis. 

Tá Fíggjarmálaráðið arbeiddi við uppskotinum um at skatta vinningin, tá føroysk fiskirættindi verða seld, kom tað eftir, at ikki er loyvt at taka vinningsbýtisskatt frá fólki, sum ikki er fult skattskyldug í Føroyum, men eiga partabrøv og virðisbrøv í Føroyum.

Hetta verður nú broytt, so Føroyar kunnu skatta allan kapitalvinning hjá fólki í londum, sum Føroyar ikki hava tvískattaavtalu við.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115
Hósdag 1. oktober
Virðislønir M. A. Jacobsens 2026
214129
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026