Italia loyvir aftur ferðafólkum

bannari
Italia loyvir aftur ferðafólkum
3. juni sleppa útlendsk ferðafólk aftur inn í landið. Í fyrsta umfari tó bara úr ES-londum
Italia loyvir útlendskum ferðafólkum inn í landið aftur frá 3. juni
 
17.05.2020 - 09:40

Italia fer skjótt at loyva ferðafólkum at koma inn í landið aftur. Stjórnin í landinum góðkendi leygarnáttina eina løgskipan, sum loyvir útlendskum ferðafólkum at koma inn í landið frá 3. juni.

Í fyrsta umfari er løgskipanin tó bara galdandi fyri ES-lond, sum eru við í Schengen-samstarvinum. Tað skriva tíðindastovurnar hjá Reuters og Ritzau.

Løgskipanin verður sett í verk í kjalarvørrinum á ætlanunum hjá landinum, at avtaka forboðini, sum vórðu sett í verk í mars fyri at tálma COVID-19 smittuspjaðingini.

Kunnu draga í land aftur

Italia er longu í ferð við at seta ferð á aftur samfelagið, millum annað tí, at stjórnin vil hava landinum ferð á aftur vinnuna og búskapin hjá landinum.

Frá 3. juni sleppa fólk í Italia eisini at ferðast millum teir ymisku landslutirnar aftur. Forsætisráðharrin hevur tó roynt at halda eitt sindur aftur til tess at forða fyri, at smittan tekur dik á seg aftur.

Í løgskipanini stendur, at heilsumyndugleikarnir í landinum fara at hava eitt vakið eyga við støðuni, og at myndugleikarnir kunnu draga í land aftur, tekur COVID-19 smittan seg uppaftur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 13. apríl
At tora er at gera
206966
Mánadag 13. apríl
Morgunlestur mánadagur 13.apríl 2026
206919
Sunnudag 12. apríl
Bolero
206930
Sunnudag 12. apríl
Guðstænasta í Hósvíkar kirkju
206929
Sunnudag 12. apríl
Credo: C.S.Lewis 1:3
206864
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. apríl
Møti úr Hebron í Leivrík
206941
Sunnudag 12. apríl
Hondbóltur: Montenegro - Føroyar
206942
Leygardag 11. apríl
FM: Badminton, borðtennis og judo
206916