Video: Soleiðis sær vrakið eftir Principia út

Video: Soleiðis sær vrakið eftir Principia út
Principia, sum sakk út fyri Søltuvík í 1895, er í syndarligum standi í dag. Andrias Joensen var annar kavarin, sum vitjaði vrakið um vikuskiftið
 
19.05.2020 - 10:32

Á 30 metra dýpi, góðar 300 metrar út fyri Søltuvík, liggur eitt forvitnisligt gamalt skipsvrak.

Tað er skipið Principia, sum sakk fyri 125 árum síðani.

Skipið setti í november 1895 kós móti Amerika úr Skotlandi; men ein illveðursdag kom eldur í skipið, og teir settu kós móti Skotlandi. Skipið endaði í Føroyum, og fór á land á Stóraboða í Søltuvík.

29 mans vóru umborð. Bert einum var lív lagað. Hann rak á lastalúku í 14 tímar og varð bjargaður í Kirkjubø. Lastalúkan verður í dag brúkt sum borð í gomlu húsunum í Kirkjubø.

Vrakið varð funnið í 1970'unum. Og um aldarskiftið eydnaðist kavarum at fáa fatur á akkerinum, sum liggur í Søltuvík við síðuna av minnisvarðanum.

19 ár seinni - um vikuskiftið - fóru tveir kavarar úr Tórshavnar Froskmannfelag aftur at leita.

Ein teirra var Andrias Joensen, og hann hevði myndatólið við.

Her er samrøða við Andrias Joensen um kavingina.

1372274

Myndatólið kundi eisini taka video. Soleiðis sær tað út:

vrak2

Kavingin var partur av eini rannsóknarferð, sum Tórshavnar Froskmannafelag gjørdi í Sandoy um vikuskiftið.

Leygardagin kavaðu teir í Dali og á Sandi. Sunnudagin kavaðu teir í Søltuvík.

Her sæst øll manningin umborð á Teistanum.

Kavararnir noyddist at svimja góðar 300 metrar út til Stóraboða, áðrenn teir kavaðu.

Tað er syndarligt at siga, at vrakið eftir Principia er í góðum standi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 22. januar
Morgunlestur hósdagur 22. januar 2026
202878
Mikudag 21. januar
Skratsj 21. januar 2026
203024
Mikudag 21. januar
Legg eina fíggjarætlan
203020
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. januar
Veðrið
202979
Mánadag 19. januar
Veðrið
202926
Sunnudag 18. januar
Møti úr Missiónshúsinum í Leirvík
202840
Leygardag 17. januar
Andakt
202839
Fríggjadag 16. januar
Hondbóltur: Føroyar - Sveis
202852