Húgvurnar taka skap hjá Marjun Heimá

Húgvurnar taka skap hjá Marjun Heimá
Marjun Heimá hevur í ár yvirtikið ábyrgdina at seyma húgvurnar til ársins pisur.
 
27.05.2020 - 09:57

Drunnurin er latin víðari.

Margretha Christiansen, sum hevur seymað húgvurnar til pisurnar í fleiri enn 30 ár, er givin vegna aldur.

Seymikonurnar í Marjun Heimá hava fingið uppgávuna.

Hoyr samrøðu við Maibritt Jakobsen:

1374251

Uppgávan er stór, og hon byrjaði longu í desember, tá farið varð út í miðnámsskúlarnar at taka mát av høvdunum hjá næmingunum.

Íalt 541 húgvur skulu seymast.

Til 325 studentar, 103 á búskaparbreytini, sum fyrr æt HH, 28 tekniskar studentar í Klaksvík, 11 til Miðnám í Vestmanna, 19 næmingar á serbreytunum og til fimm FHS-næmingar í Suðuroy.

Nýggjasta sniðið eiga næmingarnir á serbreytini. Litirnir eru grønt, hvítt og svart. Vanliga verða næmingaráðini tikin við uppá ráð, tá sniðið á húgvunum skal finnast.

Hendan maskinan festir skíggjan í húgvuna.

Hvíti, svarti og reyði liturin verða nýttir til húgvurnar hjá Teknisku studentunum í Klaksvík.

Hetta sniðið er til HF-arnar. Siðbundna reyð-svarta sniðið aftanfyri er til studentarnar.

Korona hevur framskundað alt. Flestu pisurnar eru floygdar longu hálvan juni í ár. Húgvurnar skulu tískil koyrast út til skúlarnar longu í næstu viku. Men tíðarætlanin heldur, lova seymikonurnar í Marjuni Heimá.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 3. juni
Morgunlestur mikudagur 3.juni 2026
208841
Týsdag 2. juni
Tá Washington bankar upp á í Nuuk
209189
Týsdag 2. juni
Morgunlestur týsdagur 2.juni 2026
208840
Mánadag 1. juni
Við Tórði á túri í Edinburgh
209154
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 2. juni
Veðrið
209207
Mánadag 1. juni
Veðrið
209155
Sunnudag 31. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
209050
Leygardag 30. mai
Norðoyastevna 2026: 5 mf gentur 17-18
209045