Eingin deyður seinasta samdøgrið

bannari
Eingin deyður seinasta samdøgrið
Seinasta samdøgrið er eingin deyður í New York av koronu, og tað er fyrstu ferð síðani í mars
 
05.06.2020 - 09:06

Tað vísir ein uppgerð frá myndugleikunum í býnum, sambært New York Daily News. Fyrsta fólkið í New York doyði av koronu 11. mars.

Síðani eru 20.000 fólk deyð í stórbýnum, og tað er umleið fimtaparturin av teimum deyðu í USA. 7. apríl doyðu 590 fólk í eitt samdøgur, og tað var tað mesta eftir so stuttari tíð.

Hetta eru sera góð tíðindi, sigur talsmaðurin hjá borgarstjóranum, Bill de Blasio, Freddi Goldstein.

Býurin stongdur í tveir mánaðir

New York hevur verið stongur í meir enn tveir mánaðir av koronavirusinum. Á einum tíðindafundi segði borgarstjórin, Bill de Blasio, at nú er støðan í býnum á rættari leið, og umhugsað verður at lata býin upp aftur.

Hóast New York hevur verið stongdur, so hava fólk í túsundatali mótmælt framferðini hjá løgregluni, tá George Floyd, doyði.

Týsdagin var forboð sett fyri at fara út millum klokkan átta um kvøldið og fimm um morgunin, men tað hava mótmælisfólkini ikki virt, skriva amerikanskir miðlar sambært Ritzau.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 6. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
206641
Mánadag 6. apríl
Várkonsert 2026 (2:2)
206038
Sunnudag 5. apríl
Evangeliskur fundur í Ebenezer
206632
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 6. apríl
Andakt
206647
Mánadag 6. apríl
Gudstænasta úr Havnar kirkju
206638
Sunnudag 5. apríl
Andaktin páskadag við Gimma Olsen
206635
Sunnudag 5. apríl
Kim og Føroya Symfoniorkestur 2026
206634
Sunnudag 5. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
206624