Heilsutrygd hevur brúk fyri 14 mió. aftrat í ár

Heilsutrygd hevur brúk fyri 14 mió. aftrat í ár
Orsøkin til vøksturin í útreiðslunum er fólkavøkstur og fleiri kommunulæknaviðtalur 
Nýggj kommunulæknaviðtala byrjaði í Hoyvík í fjør
 
11.06.2020 - 17:45

Heilsutrygd hevur tørv á nærum 14 milliónum kr. aftrat í ár, um verandi virksemi skal halda fram. Og tí verður biðið um pengarnar á eykajáttanarlógini, sum er komin í løgtingið.

Víst verður á, at játtanin í 2020 er lægri enn staðfestu útreiðslurnar í 2019, og framrokningar frá Heilsutrygd vísa, at útreiðslurnar verða 13,8 mió. kr. størri enn játtanin í 2020.

Tað svarar til sjey prosent meiri útreiðslur enn í 2019. Framrokningarnar taka støði í miðalvøkstrinum tey seinastu trý árini.

Orsøkin til vøksturin í útreiðslunum er fólkavøkstur og fleiri kommunulæknaviðtalur. 

4.000 fólk fleiri

Frá januar í 2014 til januar í 2020 er fólkatalið vaksið nærum 4.000, harav 1.100 eru eldri enn 67 ár.

Hetta økir um talið á veitingum sum heild, og fleiri kommunulæknaviðtalur eru eisini komnar.

Tá ein kommunulæknaviðtala verður sett á stovn, økjast nærum allar veitingarnar. 

Í 2017 varð sett á stovn ein kommunulæknaviðtala í Eiðis læknadømi, ein í Skálafjarðar læknadømi í 2018, og ein nýggj byrjaði í Hoyvík í september í fjør. 

Vøksturin heldur fram í ár

Nýggju kommunulæknaviðtalur øktu nógv um útreiðslurnar í 2018 og 2019, og mett verður, at útreiðsluvøksturin heldur fram í ár.

Útreiðslur eru bundnar at lógini um almenna heilsutrygd, kunngerðum og sáttmálum. 

Heilsutrygd kann tískil ikki av sínum eintingum seta tiltøk í verk fyri at tálma útreiðslurnar, og tí er neyðugt við 13,8 milliónum kr. aftrat í ár, stendur í uppskotinum um eykajáttan.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928