Korona: Ferðafólk verða kannað í Vágum og í Havn

bannari
Korona: Ferðafólk verða kannað í Vágum og í Havn
Talan er um eina fyribilsskipan, tí skotbráið at útvega sær COVID-19-kanning hevur verið í styttra lagi
Í næstu viku ber til at verða kannaður á flogvøllinum og við bryggjuna í Havn
 
12.06.2020 - 14:22

Frá mánadegnum 15. juni til fríggjadagin 19. juni verður møguligt hjá teimum ferðandi til Føroya at verða kannað á flogvøllinum í Vágum og við bryggju í Havn, sigur Løgmansskrivstovan í tíðindaskrivi.

Talan er um eina fyribilsskipan, tí skotbráið hjá teimum ferðandi at útvega sær eina COVID-19-kanning hevur verið í styttra lagi. Ferðandi, ið hava tørv á einari kanning, skulu ikki rinda fyri hana.

Tey ferðandi kunnu av somu orsøk vænta drúgvari bíðitíð, tá ið tey koma til landið. Tí verður heitt á øll ferðandi um at fara í sóttarhald við hús, til tey hava fingið svar upp á kanningina. Tað kann taka millum eitt til tvey samdøgur.

Returbillett ella bústaðarváttan

Fólk, sum eru búsitandi í Føroyum, sleppa undan at vísa á eitt negativt kanningarúrslit, tá ið tey ferðast aftur til Føroyar. Tey skulu hinvegin vísa eina váttan um bústað í Føroyum.

Til ber bæði at brúka sína returbillett ella eina bústaðarváttan frá Umhvørvisstovuni sum skjalprógv. Tað er sera týdningarmikið at hava neyðugu skjalfestingina við sær. Hesi skulu vísast fram á flogvøllinum í Vágum ella við bryggju í Havn. 

Børn, sum eru yngri enn 12 ár, skulu ikki lúka hetta krav. Foreldur ella avvarðandi skulu kortini skjalprógva aldurin á barninum – eitt nú við at vísa passið fram á flogvøllinum í Vágum ella við bryggju í Havn.

Arbeiðsgevaraváttan

Útlendingar, sum koma til Føroya í arbeiðsørindum, nýtast ikki at vísa á eitt negativt kanningarúrslit fyri at sleppa til landið.

Tað verður kortini álagt útlendinginum at skjalprógva, at viðkomandi skal arbeiða í Føroyum. Hetta verður gjørt við at vísa á eina arbeiðsgevaraváttan, sum arbeiðsgevari útvegar. Váttanin skal vísast fram á flogvøllinum í Vágum ella við bryggju í Havn.    

Tað er sera umráðandi, at øll ferðandi til Føroya vísa varsemi á ferðini, og at ferðandi, sum nýliga eru komin til landið, eru serliga ansin og fylgja almennu tilmælunum um frástøðu og gott reinføri. Kennir tú teg sjúkan, skalt tú lata teg kanna beinanvegin, stendur í tíðindaskrivinum frá Løgmansskrivstovuni.

Meira kann lesast her

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 23. januar
EM tíðindi 23. januar 2026
203127
Fríggjadag 23. januar
Reform UK
203122
Fríggjadag 23. januar
Morgunlestur fríggjadagur 23. januar 2026
202879
Hósdag 22. januar
RagnarRokk 22.januar 2026
201523
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. januar
Konsert við Hjarnar
203106
Hósdag 22. januar
Veðrið
203084
Týsdag 20. januar
Veðrið
202979
Mánadag 19. januar
Veðrið
202926
Sunnudag 18. januar
Hondbóltur: Føroyar – Montenegro
203111