- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vil hava at vita, um heimildin verður brúkt
Vil hava at vita, um heimildin verður brúkt
Johan Dahl í Sambandsflokkinum heldur, at ALS-stýrið skal ikki spyrjast eftir, nú ætlanin er at leingja ískoytisskipanina
Johan Dahl, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin
15.06.2020 - 15:11
Uppskotið um at leingja hjálparpakka 1, so landsstýrismaðurin í vinnumálum fær heimild at leingja ískoytisskipanina hjá ALS í tveir mánaðir, fær góða undirtøku í tinginum.
Johan Dahl, sum var framsøgumaður hjá Sambandsflokkinum, vísti á, at Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður, hevur sagt alment, at hann er ikki vísur í, um at hann fer at brúka heimildina, og tað er ørkymlandi, helt hann.
ALS-stýrið hevur boðað frá, at tað er ímóti, at leingja skipanina, men Johan Dahl heldur, at støðan er so serligt, at tað eigur ikki at verða neyðugt at spyrja stýrið eftir.
Sí brot úr løgtinginum
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV


















