Fáar umsóknir

Fáar umsóknir
TAKS fær ikki nógvar umsóknir um stuðul úr landskassanum eftir hjálparpakka tvey
TAKS hevði á middegi týsdagin fingið 67 umsóknir eftir hjálparpakka tvey. Síðani tá eru fýra umsóknir komnar
 
17.06.2020 - 08:50

Fyrrapartin mánadagin vóru 71 umsóknir avgreiddar. Á middegi týsdagin í síðstu viku vóru umsóknirnar 67 á tali, so fýra eru komnar afturat í eina lítla viku.

Stuðulin er nú tríggjar milliónir og 266.000 krónur. Flestu fyritøkurnar, 56 av teimum 71, siga seg hava mist millum 60 og 100 prosent av umsetninginum.

Fyritøkurnar fáa stuðul til fastar útreiðslur, so sum húsaleigu, el, hita, rentur, trygging og fjarskifti. Tær kunnu fáa í mesta lagi 80.000 kr. um mánaðin.

Størsti stuðulin higartil er framvegis 214.012 krónur fyri ársfjórðingin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 4. august
Ung lesa 5.partur - Hungursleikirnir
210832
Týsdag 4. august
Morgunlestur týsdagur
211543
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327