Landslæknin vildi hava ávís starvsfólk kannað

bannari
Landslæknin vildi hava ávís starvsfólk kannað
Landslæknin mælti til, at tey, sum koma uttaneftir, og skulu til arbeiðis á stovni ella skúla, skulu kannast fyrst
Lars Fodgaard Møller, landslækni
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
19.06.2020 - 11:37

Full semja var ikki millum landslæknan og farsóttarnevndina um tilmælið, sum varð latið landsstýrinum, tá loyvt bleiv at ferðast til Týsklands, Bretlands og Noregs og til Føroya úr hesum londum 15.juni.

Landslæknin, sum er í farsóttarnevndini, var ikki við á fundinum hjá nevndini tann 8.juni.

Men hann sigur í telduposti til stjóran á Løgmansskrivstovuni dagin eftir, at hann hevur viðmerkingar um tað, sum nevndin bleiv samd um.

Skulu kannast

Lars Fodgaard Møller sigur, at hann heldur, at allir føroyingar og onnur, sum koma uttaneftir, og skulu til arbeiðis á einum stovni ella í einum skúla, skulu kannast fyri koronu, áðrenn tey fara til arbeiðis.

Kanningin skal gerast í fyrsta lagi tveir dagar, áðrenn fólk fara til arbeiðis.

Tveir dagar eftir fundin skrivar landslæknin í telduposti til Heilsumálaráðið, at hann mælir til tíggju daga sóttarhald, tó uttan at kalla tað sóttarhald.

Annars sigur landslæknin, at hann tekur undir við tilmælunum hjá farsóttarnevndini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 14. august
Vikuskiftið 14 aug 2026
211862
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211837
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við rasismu í Føroyum
211836
Fríggjadag 14. august
RagnarRokk: Tom Hoppelshäuser um Phosphor
209149
Hósdag 13. august
RagnarRokk 13.august 2026
209867
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659