Jákup Petur Eliassen fremsti jarnmaðurin

Jákup Petur Eliassen fremsti jarnmaðurin
Jákup Petur Eliassen vann kappingina í ½ ironman, sum varð hildin á jóansøku í Vági um vikuskiftið
Jarnmenn: Væl nøgdir luttakarar eftir kappingina í ½ ironman
Mynd: Føroya Triathlon Felag  
 
22.06.2020 - 08:08

Jákup Petur Eliassen vann føroyameistaraheitið í ½ ironman, sum var í Vági um vikuskiftið. 

Hann svam, rann og súkklaði teinin upp á 5 tímar, 10 minuttir og 17 sekund. Á øðrum plássi var Andrass Joensen við tíðini 05:24:54, og nummar trý var Áslakur Nesá. 

Luttakararnir svumu fyrst 1900 metrar, síðan súkklaðu teir 90 kilometrar og til seinast runnu teir 21.1 kilometrar í miðbýnum í Vági. 

Magni Jóhansen vann ¼ Ironman 

Kappast var eisini í ¼ Ironman. Ta kappingina vann Magni Jóhanson við tíðini 02:28:30. Jens Mortan Rasmussen var nummar tvey og Torleif Thorleifsson endaði á triðja plássi. 

Hjá kvinnunum vann Astrid Joensen við tíðini 03:14:52, og Anida Johannesen endaði á øðrum plássi.

Eisini kappast á styttri teinum

Í sprint, sum er 750 metur svimjing, 20 kilometrar súkkling og 5 kilometrar renning, vann Magni Jóhansson Hansen við tíðini 01:10:00.

Jóhanna Egholm vann hjá kvinnunum við 01:31:17.

Og í mini, sum er 400 metur svimjing, 10 kilometrar súkkling og tríggjar kilometrar renning, vann Fischer Eliassen við tíðini 00:49:52.

Hjá kvinnum vann Jóhanna Ólavsdóttir við 00:49:52. 

 



 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 25. februar
LEITISSTEIN 25.02.2025 (Teitursa kvæði)
188282
Týsdag 25. februar
Breddin: Trý ár við kríggi
188252
Týsdag 25. februar
Góðan morgun Føroyar
188242
Týsdag 25. februar
Morgunlestur týsdagur 25. februar 2025
187864
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 25. februar
Veðrið
188278
Týsdag 25. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
188272
Týsdag 25. februar
Danny og bussførari
187889
Sunnudag 23. februar
Guðstænasta úr Norðskála kirkju
188168
Sunnudag 23. februar
Steypafinalan: H71 - VÍF
188164