Fá søkja um stuðul

Fá søkja um stuðul
80 fyritøkur hava nú søkt stuðul úr hjálparpakka tvey hjá tí almenna
 
25.06.2020 - 16:33

80 fyritøkur hava nú søkt stuðul úr hjálparpakka tvey. TAKS fær ikki nógvar umsóknir um stuðul úr landskassanum eftir hjálparpakka tvey.

Fyrrapartin mánadagin vóru 71 umsóknir avgreiddar. Á middegi týsdagin í síðstu viku vóru umsóknirnar 67 í tali, so fýra eru komnar afturat í eina knappa viku.

Stuðulin er nú knappar 3,62 milliónir krónur. Flestu fyritøkurnar, 63 av teimum 80, siga seg hava mist millum 60 og 100 prosent av umsetninginum.

Fyritøkurnar fáa stuðul til fastar útreiðslur sum húsaleigu, el, hita, rentur, trygging og fjarskifti. Tær kunnu fáa í mesta lagi 80.000 krónur um mánaðin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 28. oktober
Mono - 4. sending. 281026
215537
Mikudag 28. oktober
Aftaná - Partur 3: Kroppurin
215433
Mikudag 28. oktober
Eitt korter við klassiskum
215520
Týsdag 27. oktober
Norðurlandaráðsfundur og val í Ísrael
215449
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215542