Útlátið veksur

Útlátið veksur
Triðja árið á rað vaks útlátið av vakstrarhúsgassum í Føroyum í fjør
SEV framleiddi 10 prosent meira orku úr olju í 2019
 
14.07.2020 - 07:16

Útlátið í fjør var 6,2 prosent størri enn í 2018. Vøksturin í útlátinum hevur verið sjey-átta prosent um árið síðani 2016. Vøksturin í fjør var tó á leið helvtina minni enn í 2018.

Í 2017 vaks útlátið munandi, og kom fyri fyrstu ferð upp um eina millión tons CO2 eindir, um bunkringar hjá útlendskum fiskiskipum verða taldar við.

Í 2019 var útlátið góðar 1,2 milliónir tons CO2 eindir. Okkurt um 88 prosent av útlátinum í fjør komu frá olju og øðrum brennievni.

Tíggju prosent meira streymur

Tíggju prosent komu frá F-gassi, sum er sterkt vakstrarhúsgass, ið verður brúkt í ídnaðinum. Meginparturin er HFC-gass, sum verður brúkt í køliskipanum í skipum.

Tvey prosent koma frá landbúnaði, mest frá neytum og seyði. Høvuðsorsøkin til vøksturin í fjør er streymurin. SEV gjørdi tíggju prosent meiri streym, og tað var olja, ið varð brúkt til at gera hann, tí minni fekst burtur úr vindi og vatni.

Og IRF brendi næstan helvtina meira burturkast í fjør enn í 2018.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 14. oktober
Mono
214735
Týsdag 13. oktober
Breddin: Dýrir bensin- og oljudropar
214693
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595