Trump trýsti Bretland

Trump trýsti Bretland
Trýst frá amerikanska forsetanum var ein av orsøkunum til, at bretska stjórnin noktaði Huawei atgongd til 5G-netini hjá bretsku telefyritøkunum
 
20.07.2020 - 10:06

Tað veit enska blaðið the Observer at siga. Blaðið hevur fingið hendur á samskifti millum bretsku stjórnina og stjórar hjá kinesiska telerisanum

Samskiftið vísir, at Huawei fekk at vita, at altjóða stórpolitikkur var ein av orsøkunum til, at fyritøkan varð útihýst, men eisini at avgerðin kann verða endurskoðað, um Donald Trump tapir forsetavalið og fíggindaligi politikkurin hjá USA mótvegis Kina verður linkaður.

Stríðir ímóti almennu frágreiðingini

Í síðstu viku søgdu ráðharrar, at Huawei var útihýst, tí bretska miðstøðin fyri teldutrygd, NCSC, var stúrin um trygdina eftir, at nýggjar upplýsingar vóru komnir undan kavi.

Í undirhúsinum segði bretski ráðharrin í talgildingarmálum, Oliver Dowden, at avgerðin er grundað á broyttu váðametingina hjá NCSC.

Av tí, at Huawei ikki longur sleppur at keypa útgerð frá USA og má fáa hana aðrastaðni frá, verður mett, at trygdin ikki er nøktandi, greiddi hann frá. Trump segði fyri nøkrum døgum síðani, at hann er orsøkin til, at Bretland vrakar Huawei sum 5G-veitara. 

Hevur tosað við fleiri lond

Vit, serliga eg, hava yvirtalað fleiri lond til ikki at brúka Huawei, tí vit halda, at kinesiska Huawei er sera ótrygt, segði forsetin á tíðindafundi í Hvítu Húsunum. 

Hann sigur seg hava tosað við fleiri lond, sum síðani hava vrakað Huawei.

Eg havi sagt við londini, at um tey vilja samstarva við okkum (USA), so kunnu tey ikki brúka Huawei til 5G-net, segði Donald Trump.

Frá 1. januar næsta ár sleppa televeitarar í Bretlandi ikki at keypa útgerð frá kinesiska Huawei til 5G-netið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 2. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
206563
Mikudag 1. apríl
Dagur & vika - teknmálstulkað
206524
Týsdag 31. mars
Veðrið
206501
Týsdag 31. mars
KAKUMiKS 2 (2:7) - teknmálstulkað
206483