Óvissa um olympisku leikirnar

bannari
Óvissa um olympisku leikirnar
Enn er óvist, um útsettu leikirnir, ið annars skuldu byrja í dag, verða hildnir næsta summar
 
23.07.2020 - 11:23

Í dag er júst eitt ár til útsettu olympisku leikirnir verða hildir í Tokyo. Teir skuldu annars byrja í morgin, fríggjadagin 24. juli, men vegna koronufarsóttina eru teir útsettir til næsta ár.

Men forsetin í olympisku fyrireikingarnevndini, Yoshiro Mori, er framvegis ivasamur um tað fer at lata seg gera at halda leikirnar.

Leikirnir ikki hildnir uttan áskoðarar

Um koronustøðan framvegis er sum nú, ber ikki til at halda leikirnar, sigur forsetin í olympisku fyrireikingarnevndini, sambært Danmarks Radio.

– Tað er neyðugt, at eitt koppingarevni ella heilivágur er ímóti koronuvirusinum, segði hann við japansku sjónvarpsstøðina NHK.

Forsetin í olympisku fyrireikingarnevndini legði aftrat, at olympisku leikirnir uttan áskoðarar ikki var ein møguleiki í løtuni.

Meginparturin: Leikirnir skulu ikki haldast

Japanarar tykjast heldur ikki at vera stórvegis fegnir um at skipa fyri olympisku leikinum, sum koronustøðan er í løtuni. 

Ein meiningarkanning millum fólk í Japan vísti fyrr í vikuni, at einans 23,9 prosent halda olympisku leikirnir skulu haldast sum ætlað, skrivar AFP-tíðindastovan.

Fleiri enn 70 prosent av teimum spurdu tóku undir við at útseta leikirnir meira, ella at avlýsa teir heilt, tí tey ikki halda, at tamarhald verður á koronustøðuni, tá leikirnir skulu setast um eitt ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 11. november
Eitt stjørnuskot so vakurt
216071
Týsdag 10. november
Ung lesa 2 - 1. partur
216206
Týsdag 10. november
Tekstur til tónleik: Salt
216132
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Týsdag 10. november
Breddin: Málið um Bakkafrost
216187
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Týsdag 10. november
Veðrið
216210
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096