Talið á deyðum veksur eftir spreinging

Talið á deyðum veksur eftir spreinging
Higartil eru minst 135 fólk deyð eftir ógvusligu spreingingina í libanesiska høvuðsstaðnum, Beirut fyrradagin, og umleið 5.000 fólk eru særd
Her sæst, hvussu ógvuslig spreingingin í Beirut fyrradagin var. Nú eru meira enn 135 fólk deyð
Mynd: AP  
 
06.08.2020 - 08:21

Undantaksstøða var lýst í Beirut í gjár. Spreingingin var so ógvuslig, at stórir býarpartar vórðu lagdir í oyði. Meira enn 300.000 fólk eru vorðin heimleys, segði guvernørurin í Beirut, Marwan Aboud, í gjár.

Sambært BBC, segði Marwan Aboud, at Beirut hevur tørv á mati, klæðum, húsum og byggitilfari, og eitt stað til íbúgvarnar at fara, tí nógvir teirra eru vorðin flóttafólk.

Fleiri lond bjóðað sær at hjálpa

Fleiri lond hava longu bjóðað Libanon neyðhjálp, og longu í dag koma trý flogfør úr Fraklandi við neyðhjálparútgerð.

Eitt 150 metrar langt spreingihol er eftir spreingingina, skrivar DR. Í løtuni bendir alt á, at tað var ein stór goymsla við ammoniakknitrati sum sprongdist, eftir ein eldur kyknaði nærhendis.

Spreingingin var so stór, at hon mátaði 3,5 stig á Richterstiganum, sum vanliga verður nýttur at máta jarðsjálvtar. Ristingarnar merktust eisini á Kypros, sum liggur meira enn 200 kilometrar frá Beirut.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444