Alment tilnevndur í næstu viku

Alment tilnevndur í næstu viku
Joe Biden, ið stillar upp til forsetavalið 3. november, kann gerast elsti amerikanski forsetin, vinnur hann valið
 
12.08.2020 - 05:48

Í døgunum frá 17. til 20. august verður landsfundur hjá Demokratiska flokkinum, og á tí fundinum fer Joe Biden alment at taka við tilnevngini frá flokkinum um at gerast teirra valevni til forsetavalið í november.

 Nógv hava bíðað ótolin eftir at frætta, hvør tað fer at verða, men nú siga keldur hjá Reuters, at varaforsetavalevnið allarhelst verður kunngjørt í hesi vikuni.

 >> SÍ EISINI Biden vælumtóktur í veljarakanningum

Enn hevur Joe Biden ikki boðað frá, hvør skal vera hansara valevni sum varaforseti. Og mánadagin skrivaði The New York Times, at Joe Biden fer at kunngera sítt varaforsetavalevni í seinasta lagi í dag, mikudagin.

Joe Biden hevur mestsum bundið seg til, at varaforsetavalevnið skal vera ein kvinna, og í seinastuni er trýst eisini lagt á hann um, at tað skal vera ein afro-amerikansk kvinna.

Kann gerast elsti forseti í søguni

Mett verður, at senatorurin Kamala Harris úr Kalifornia og fyrrverandi trygdarráðgevin Susan Rice eru millum fremstu evnini til at stilla upp saman við Joe Biden.

Valið av varaforseta kann fáa størri týdning enn tað hevur havt fyrr, tí Joe Biden verður 78 ára gamal, tá nýggi forsetin verður tikin í eið í januar.

Tað merkir, at um Biden vinnur valið, verður hann elsti amerikanski forsetin í søguni. Og høgi aldurin kann eisini merkja, at hann ikki stillar upp aftur um fýra ár, men tá letur stafettina víðari til varaforsetan.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 2. apríl
Morgunlestur hósdagur 2.apríl 2026
205930
Mikudag 1. apríl
Eitt korter við klassiskum
206529
Mikudag 1. apríl
Skratsj 1. apríl 2026
206527
Mikudag 1. apríl
Morgunlestur mikudagur 1.apríl 2026
205929
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. apríl
Dagur & vika - teknmálstulkað
206524
Týsdag 31. mars
Veðrið
206501
Týsdag 31. mars
KAKUMiKS 2 (2:7) - teknmálstulkað
206483