Døglingar gjørt landgongd í Sandvík

Døglingar gjørt landgongd í Sandvík
Tá døglingur sjálvur ger landgongd, er loyvt at drepa hann
Seks døglingar gjørdu landgongd í Sandvík í morgun
 
17.08.2020 - 11:45

Seks døglingar gjørdu um hálvgum tíggju tíðina í morgun landgongd í Sandvík. 

Johnny Olsen, grindaformaður í Sandvík, upplýsir, at talan er um seks stórar døglingar, ið verða býttir til fólkið í Hvalbiar sókn. 

Døglingur er friðaður, og tí er ikki loyvt at reka teir upp á land, men tá teir sjálvir gera landgongd, er loyvt at drepa teir. 

Av tí at døglingur ikki er fevndir av grindalógini, er tað gomul siðvenja, ið staðfestir, hvussu farast skal fram, tá ið hann ger landgongd, upplýsir Jaspur Vang, sýslumaður í Suðuroynni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 31. august
Poppverturin 14
208468
Sunnudag 30. august
Tónleikur í 13 øldir (9:10)
210352
Sunnudag 30. august
Guðstænasta í Argja kirkju
212460
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 31. august
Veðrið
212514
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358