Eingin koronusmitta í fimm dagar

bannari
Eingin koronusmitta í fimm dagar
13 fólk eru staðfest frísk síðsta samdøgrið
1.011 kanningar vórðu gjørdar kring landið í gjár
 
26.08.2020 - 15:28

Fimta dagin á rað er eingin koronusmitta staðfest í Føroyum. 

Tað vísa nýggjastu tølini hjá Landslæknanum. 1.011 kanningar vórðu gjørdar kring landið í gjár. 

13 fólk eru staðfest frísk síðsta samdøgrið. Sostatt er talið av smittaðum minkað úr 67 niður í 54.

Sjómenn og fótbóltsspælarar

Millum tey 54 smittaðu eru 29 útlendskir sjómenn og tveir útlendskir fótbóltsspælarar.

Tveir persónar eru í løtuni innlagdir í sjúkrahúsverkinum við koronusmittu.

128 fólk eru í løtuni í sóttarhaldi í Føroyum. Tað eru 47 fólk færri enn í gjár.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 17. juni
HM-nostalgi
209837
Mikudag 17. juni
HM-startskotið
209835
Mikudag 17. juni
Morgunlestur mikudagur 17.juni 2026
209564
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 16. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209810
Týsdag 16. juni
Veðrið
209804
Mánadag 15. juni
Reynsatindur - teknmálstulkað
209762