Heldur eingin smittaður í gjár

bannari
Heldur eingin smittaður í gjár
Nú eru tilsamans 90.706 kanningar gjørdar fyri koronu
Í gjár vórðu 906 koronukanningar gjørdar. Henda myndin er tikin á kanningarstovunin Thetis
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
27.08.2020 - 14:09

Heldur ikki í gjár varð nøkur koronusmitta staðfest, og hetta er sætti dagur, at eingin smitta verður staðfest innanlands.

Í gjár vórðu 916 kanningar gjørdar, og nú eru tilsamans 90.706 kanningar gjørdar.

411 fólk hava fingið staðfest smittuna í Føroyum, og 358 fólk eru vorin frísk aftur. Sostatt eru 53 fólk smittað í løtuni.

Tvey fólk fólk eru løgd inn á sjúkrahús við koronusmittu, men eingin liggur á intensivari deild.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Mikudag 30. september
Eitt korter við klassiskum tónleiki
214040
Mikudag 30. september
Orðaval #38: Málsøga
214020
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026
Mikudag 30. september
Myndlist í Føroyum (1:11) - teknmálstulkað
214037