- Tíðindi, mentan og ítróttur
ST komið upp í málið um tilflytararnar

ST heitir nú á fleiri lond um at taka ímóti tilflytarum av einum skipi hjá Mærsk, sum í meira enn ein mánað hevur ligið út fyri strondini í Malta. 27 tilflytarar eru umborð á skipinum.
Malta heldur ikki, at tað er ein sjálvfylgja, at fólkini sleppa í land har. Skipið var ikki í malteiskum øki, tá tilfytararnir vórðu funnir, og tí hevur landið ikki ábyrgdina.
Donsku myndugleikarnir siga, at skipið, Mærsk Etienne, tók fólkini upp nærindis einari havn í Tunesia, og tí er tað Tunesia, sum hevur ábyrgdina av teimum.
Umboð fyri danska reiðaríið siga, at tað var maltesiska sjóverjan, sum bað danska skipið taka fólkini úr einum báti, og at báturin tá var í maltesiskum sjógvi.
Bróta lógina
ST, og fleiri felagskapir undir ST, siga, at støðan hjá tilfytarunum er sera vánalig, tí teirra millum eru bæði børn og ein kvinna, sum er við barn.
Og ST sigur, at fleiri lond bróta altjóða lóg, tí tey ikki vilja lata fólkini fara av skipinum.
Fólkini hava verið umborð á danska skipinum síðani 4. august, og útlit eru ikki til, at nakað land tekur ímóti teimum.
Mærsk Tankers, sum eigur skipið, sigur seg samstarva við myndugleikarnar um at finna eina loysn.
Lupu á sjógv
Tríggir tilfytarar lupu á sjógv sunnudagin, men tað eydnaðist manningini at fáa tey umborð aftur.
Tá talan er um bjarging, er Miðalhavið býtt upp í økir, og tí skuldi støðan verið greið. Men nógvu tilfytararnir seinastu árini hava fingið londini við Miðalhavið at aftra seg við at taka ímóti teimum, skrivar Ritzau.
Í dag skriva danskir miðlar, at Danmark arbeiðir við eini ætlan um at senda tilfytararnar aftur til Afrika, og at samskift verður við Tunesia um eina loysn.






















