Ísrael letur aftur í tríggjar vikur

Ísrael letur aftur í tríggjar vikur
4.000 nýggir tilburðir verða staðfestir um dagin, og tí er neyðugt at seta tiltøk í verk, sigur forsætisráðharrin
Benjamin Netanyahu, forsætisráðharri, hevur givið fíggjarmálaráðharranum boð um at gera eina skipan fyri tey, sum missa inntøkur, nú ísraelska samfelagið letur aftur.
 
14.09.2020 - 09:24

Ísreal verður stongt í tríggjar vikur, til tess at forða fyri koronu. Skipanin kemur í gildi fríggjadagin.

Tað sigur Benjamin Netanyahu, forsætisráðharri, við Reuters.

Hann sigur, at í løtuni verða 4.000 nýggir tilburðir av koronu staðfestir um dagin, og tí er neyðugt at seta tiltøk í verk.

Myndugleikarnir fara nú at gera reglur, sum m.a. siga, at bert 10 fólk kunnu vera saman innandura, og 20 fólk kunnu vera saman uttandura.

Og meðan landið er stongt, kunnu fólk bert fara 500 metrar frá egnum husum.

Fer at kosta 12 mia. kr.

Skúlar og handilsmiðstøðir hava fingið boð um at lata aftur, men smáir handlar og apotek fáa loyvi at hava opið.

Ísraelski fíggjarmálaráðharrin sigur, at átakið fer at kosta 12 milliardir kr.

Netanyahu, forsætisráðharri, hevur givið fíggjarmálaráðharranum boð um at gera eina skipan fyri tey, sum missa inntøku av átakinum.

Hetta er aðru ferð, at korona hevur við sær, at Ísrael letur aftur. Í apríl varð skipað fyri líknandi átaki, og tað gjørdi mun, tí nógv færri smittutilburðir vórðu staðfestir.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 3. juli
Vikuskiftið 3. juli 2026
210491
Fríggjadag 3. juli
HM-tíðindi 3. juli 2026
210478
Fríggjadag 3. juli
Morgunlestur
210452
Hósdag 2. juli
RagnarRokk 2.juli 2026
210388
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. juli
Veðrið
210489
Mikudag 1. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210384
Týsdag 30. juni
Veðrið
210360