Vil leingja heimildina at lata skeinkistøð aftur

bannari
Vil leingja heimildina at lata skeinkistøð aftur
Skipanin verður tó ikki galdandi fyri take away
Landsstýrismaðurin biður tingið um at leingja heimildina at lata matstovur og skeinkistøð aftur
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
16.09.2020 - 14:50

Landsstýrismaðurin í umhvørvis- og vinnumálum, Helgi Abrahamsen, biður nú løgtingið um at leingja tíðaravmarkaðu heimildina at lata matstovur og skeinkistøð aftur, til tess at forða fyri, at Covid-19 breiðir seg.

Galdandi lóg fór úr gildi 31. august, og nú verður biðið um, at lógin verður longd til nýggjárs. 

Lógin verður tó ikki galdandi fyri matsølu frá føstum sølustaði, har eingin borðreiðing er -  tað, sum eisini verður nevnt take away.

Samstundis verður reglan, um at matstovur og skeinkingarstøð kunnu fáa stuðul til fastar útreiðslur í sambandi við Covid-19, longd. 

Í mesta lagi 10 mió. kr.

Stuðulsupphæddin er 75 prosent, um afturgongdin í umsetninginum er millum 60 og 100 prosent. Hon er 50 prosent, um afturgongdin í umsetninginum er millum 40 og 60 prosent. 

Hvør fyritøka kann í mesta lagi fáa 10 milliónir kr.

Umhvørvis- og vinnumálaraðið sigur, at i løtuni er ilt at siga, hvussu nógv stuðulsskipanin verður brúkt, og hvussu nógv hon fer at kosta. Men ein varislig meting er ein til tvær milliónir kr. 

Uppskotið fær fyrstu viðgerð í tinginum týsdagin 22. september. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928