Føroya rættur skal brúka sakkøn fólk

Føroya rættur skal brúka sakkøn fólk
Tey, sum verða sakkøn hjá Føroya rætti, byrja 1.januar næsta ár, og halda fram í fýra ár
 
21.09.2020 - 08:53

Tá nýggja rættargangslógin kemur í gildi á nýggjárinum, skal Føroya rættur brúka sakkøn fólk ella feløg í smáum borgarligum málum, har fakligur serkunnleiki hevur týdning fyri málsgongdina.

Og nú søkir Domstolsstyrelsen eftir hesum fólkum og feløgum.

Hesi fólk ella feløg skulu brúkast í málum um krøv við fíggjarligum virði, sum eru í mesta lagi 50.000 kr., ella um krøv uttan fíggjarligt virði.

Talan er um fólk ella feløg, sum vita nógv um til dømis bygging, fastognir, maskinídnað, kunningartøkni, smáhandil, flutning, innbúgv, umhvørvi ella matvøruvinnu.   

Umsóknarfreistin er til 8.oktober.

Byrja 1. januar

Tey, sum verða sakkøn hjá Føroya rætti, byrja 1.januar næsta ár og halda fram í fýra ár.

Arbeiðið hjá teimum sakkønu er at gera rættinum eina frágreiðing, sum skal vera prógv í einum sakarmáli.

Áðrenn frágreiðing verður givin, skal tann sakkøni gera eina fyribils kostnaðarmeting um, hvat frágreiðingin fer at kosta. 

Føroya rættur ásetur samsýningina fyri frágreiðingina við grundarlagi í fyribils kostnaðarmetingini.

Meira kann lesast um tey sakkønu, sum Føroya rættur skal brúka, her.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 24. mars
Morgunlesturin týsdagur 24.mars 2026
205921
Mánadag 23. mars
Fótbóltsprát
206044
Mánadag 23. mars
Góðan morgun Føroyar
206034
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 24. mars
Úr savninum: Í Dølum 3:3
135628
Týsdag 24. mars
Úr savninum: Í Dølum 1:3
134983
Týsdag 24. mars
Úr savninum: Í Dølum 2:3
135345
Týsdag 24. mars
Fólkatingsval 2026
206167
Týsdag 24. mars
Veðrið
206133