Forsetin í Kirgisistan leggur frá sær

Forsetin í Kirgisistan leggur frá sær
Politisk kreppa hevur verið í landinum síðani forsetavalið herfyri. Valnevndin hevur ógildað valúrslitið
Forsetin í Kirgisistan, Sooronbai Jeenbekov, leggur frá sær
 
15.10.2020 - 15:49

Forsetin í Kirgisistan, Sooronbai Jeenbekov, leggur frá sær fyri at forða fyri fleiri samanbrestum millum mótmælisfólk og trygdardeildir. 

- Eg vil ikki fara í søguna sum forsetin, sum loyvdi blóðbaði, og at fólk í landinum vórðu skotin. Tí leggi eg frá mær, boðar forsetin frá.

Politisk kreppa hevur verið í landinum, eftir at almenna valúrslitið á forsetavalinum fyri 11 døgum síðani vísti, at stjórnarflokkarnir vunnu valið. Teir fingu 80 prosent av atkvøðunum.

Mótmæli hava verið, og fólkið hevur kravt, at forsetin leggur frá sær.

Í høvuðsstaðnum, Bishkek, vóru fleiri hundrað fólk í gøtunum í gjár, og mótmælini hildu fram í morgun.

1200 fólk løstað

So seint sum í gjár segði Jeenbekov, at hann ongar ætlanir hevði um at leggja frá sær, og at hann ætlar at verða sitandi, til friður aftur valdar í landinum.

Meira enn 1.200 fólk hava fingið løstir í samanbrestum við trygdardeildir og mótmælisfólk, síðani mótmælini byrjaðu fyri 10 døgum síðani.

Mótmælisfólk hava brotið inn í tjóðartingið og aðrar bygningar. 

Sambært andstøðuni og óheftum valeygleiðarum, er umfatandi valsvik framt á valinum, millum annað keyptar atkvøður.

Mótmælini hava lagt trýst á kirgisisku valnevndina, og hon ógildaði valið fyri eini viku síðani, skrivar Reuters.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 1. apríl
Morgunlestur mikudagur 1.apríl 2026
205929
Týsdag 31. mars
Morgunlestur týsdagur 31.mars 2026
205927
Mánadag 30. mars
Orðaval #34: Málsløg
206415
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 31. mars
Veðrið
206501
Týsdag 31. mars
KAKUMiKS 2 (2:7) - teknmálstulkað
206483
Mánadag 30. mars
Veðrið
206444