USA virðir ísraelsku lógina um deyðarevsing

USA virðir ísraelsku lógina um deyðarevsing
Ísrael hevur rætt at gera sínar egnu lógir um revsing, sigur ein talsmaður fyri amerikanska uttanríkisráðið
Knesset hevur samtykt deyðarevsing fyri palestinar, sum eru dømdir fyri dráp í hernaðardómstólinum.
Mynd: AFP/Ritzau Scanpix  
 
31.03.2026 - 08:27

USA sigur seg virða rættin hjá Ísrael at gera sínar egnu lógir, eftir at Ísrael hevur samtykt deyðarevsing fyri palestinar, sum í hernaðardómstólinum eru dømdir fyri dráp.

- USA virðir avgerðarrættin hjá Ísrael at áseta sínar egnu lógir og revsingar fyri einstaklingar, sum eru dømdir fyri yvirgang, sigur talsmaður fyri amerikanska uttanríkisráðið.

Ísraelska tjóðartingið Knesset samtykti í gjár deyðarevsing fyri tey, sum vera dømd fyri dráp - ein lóg, sum bert er galdandi fyri palestinar.

Tó skunnu undantøk vera í serligum førum, stendur í lógaruppskotinum.

96 prosent av palestinarum, sum eru ákærdir í ísraelskum dómstólum, verda dømdir sekir, sigur ísraelski mannarættindafelagsskapurin B-Tselem.

 

Fremjast 90 dagar eftir dóm

Sambært lógaruppskotinum, skal deyðarevsingin fremjast innan 90 dagar eftir dóm.

Seinastu dagarnar hava fleiri evropisk lond kallað uppskotið fyri diskriminerandi. 

Bretland, Frakland, Týskland og Italia ávaraðu í felags fráboðan sunnudagin um, at lógin kann vera í stríð við demokratisku skyldurnar hjá Ísrael. 

John Peder Egenæs, aðalskrivari í Amnesty í Noregi, er púra avgjørdur.

- Tað er greitt brot á rættin til lívið. Og um tað hendir gjøgnum hernaðardómstólar, kann tað eisini vera krígsbrotsverk, sigur Egenæs.

 

Lógin skotin inn fyri hægstarætt

Í gjár skeyt ísraelski mannarættindafelagsskapurin, Association for Civil Rights in Israel, alt fyri eitt lógina inn fyri hægstarætt, og kravdi, at hon skal ógildast.

Á pappírinum er deyðarevsing í Ísrael fyri nøkur fá brotsverk, men eingin er avrættaður í landinum síðani Holocaust-dømdi Adolf Eichmann í 1962, skrivar norska TV2.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 17. juli
RagnarRokk: Einar Solberg um Vox Occulta
209124
Fríggjadag 17. juli
Morgunlestur fríggjadagur
211015
Hósdag 16. juli
RagnarRokk 16.juli
209729
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 15. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210956
Týsdag 14. juli
Veðrið
210936
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815