Sara Omar tosar um sínar skaldsøgur

Sara Omar tosar um sínar skaldsøgur
Tvey tiltøk vera í Norðurlandahúsinum í morgin
Sara Omar, rithøvundur, fer at tosa um skaldsøgur sínar Dødevaskeren, sum kom í 2017, og Skyggedanseren, sum kom í fjør
 
16.10.2020 - 09:07

Rithøvundurin Sara Omar er komin til Føroya at tosa um skaldsøgur sínar Dødevaskeren, sum kom í 2017, og Skyggedanseren, sum kom í fjør.
 
Tvey tiltøk við Saru Omar vera í Norðurlandahúsinum í morgin.

Fyrra tiltakið er klokkan eitt og tað seinna klokkan fýra seinnapartin.

Sara Omar fer í samrøðu við Óluvu Zachariasen at siga frá skaldsøgunum og stríðnum fyri rættindunum hjá kvinnum.

Elvt til kjak

Skaldsøgurnar hjá Sara Omar hava elvt til nógv kjak, serliga tí tær viðgera so viðkvom evni sum kvinnukúgan, blóðskemd, pedofili, harðskap móti kvinnum og børnum, og hvussu mentan, religión og samfelagsskipanir ávirka lívsmøguleikarnar hjá kvinnum og gentum. 

Skaldsøgurnar byggja á veruligar hendingar.

Sara Omar hevur fingið nógvar virðislønir og heiðurslønir fyri skriving sína. 

Kvinnufelagið í Havn, Norðurlandahúsið og Amnesty Føroyar hava fingið Saru Omar til Føroya. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 9. mars
Veðrið
205363
Sunnudag 8. mars
Hondbóltur: EM undansending
205313
Sunnudag 8. mars
Føroyar - Portugal, seinni dystur
205337
Sunnudag 8. mars
Gudstænasta úr Vestmanna kirkju
205299
Leygardag 7. mars
Føroyar - Grikkaland, fyrri dystur
205297