Tikin í eið sum hægstarættardómari

Tikin í eið sum hægstarættardómari
Amy Coney Barrett, sum í nátt okkara tíð formliga hevur tikið við embætinum, er yngsta fólkið í 200 ár í starvinum
Amerikanski forsetin, Donald Trump, hyggur at, tá Amy Coney Barrett verður tikin í eið sum hægstarættardómari
 
27.10.2020 - 06:44

Ein meiriluti í Senatinum í USA hevur í nátt okkara tíð atkvøtt "ja" til, at 48 ára gamla Amy Coney Barrett verður nýggjur hægstarættardómari í USA, skrivar Ritzau.

Stutt frammanundan hevði eitt fleirtal í Senatinum atkvøtt fyri Barrett. Hon tekur við embætinum eftir ta liberalu Ruth Bader Ginsburg, sum doyði í september.

Vil herða vápnalógina

Amy Coney Barrett er praktiserandi katolikkur, og nógv kjak hevur verið í USA eftir at tað kom fram, at Barrett fór at verða innsett í embætið.

Barrett hevur áður sagt, at hon ynskir at herða vápnalógina í USA. Hon hevur eisini gjørt vart við, at fosturtøkulógin í landinum skuldi verðið herd.

Amy Coney Barrett hevur verið gift við Jesse M. Barrett síðani 1999, og tey eiga sjey børn saman, tvey teirra eru ættleidd.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 8. september
Vitan
212940
Týsdag 8. september
Góðan morgun Føroyar
212926
Týsdag 8. september
Morgunlestur týsdagur 8. september
212703
Mánadag 7. september
Poppverturin 15
208469
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 8. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212908
Mánadag 7. september
Veðrið
212878
Sunnudag 6. september
Andakt við Jastrid á Dul Sørensen
212777
Sunnudag 6. september
Guðstænasta úr Fuglafjarðar kirkju
212776
Fríggjadag 4. september
Veðrið
212742