Helgi svarar Johan um SEV og grøna orku

Helgi svarar Johan um SEV og grøna orku
Tingfundur verður seinnapartin
Johan Dahl hevur spurt Helga Abrahamsen um streymprísir, har framleiðsla og net eru skild sundur
 
27.10.2020 - 08:56

Í dag fer Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður, at svara fyrsta og higartil einasta skrivliga fyrispurninginum í hesari tingsetuni.

Johan Dahl í Sambandsflokkinum spurdi fyri einum góðum mánaði síðani um streym, netið hjá Sev og grøna orku.

Johan Dahl hevur seks spurningar í fyrispurninginum.

Hann spyr millum annað, um Helgi Abrahamsen veit um streymprísirnar í Danmark, har sum framleiðsla og net eru skild sundur, og ein liberalisering er gjørd.

Johan Dahl sigur, at hann spyr, so sjónarmiðini hjá fleiri viðkomandi pørtum kunnu koma við í arbeiðinum hjá landsstýrismanninum við einari nýggjari skipan á elorkuøkinum.

Á tingfundinum, sum verður í dag kl.13.00, fer tingið endaliga at samtykkja og avgreiða tingmálini um ókeypis sálarfrøðiliga viðgerð til fólk millum 15 og 35 ár, sum hava angist ella lætt til moderat tunglyndi og um at útseta javningina í almannaveitingum í eitt ár. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928