Jens-Kjeld vann umhvørvisvirðislønina

Jens-Kjeld vann umhvørvisvirðislønina
Navnframi Jens-Kjeld Jensen í Nólsoy vann umhvørvisvirðisløn Norðurlandsráðsins, fyri at varpað ljós á margfeldi í føroysku náttúruni.
 
27.10.2020 - 23:48

Jens-Kjeld Jensen var sjálvur ovfarin av at vinna umhvørvisvirðisløn Norðurlandsráðsins.

Jens-Kjeld Jensen vann virðislønina fyri at vera ein fyrimyndarlig eldsál, sum í yvir 40 ár hevur varpað ljós á margfeldi í føroysku náttúruni. 

Dómsnevndin hevði heft seg við, at Jens-Kjeld Jensen hevur skrivað fimm bøkur og yvir 500 greinar um margfeldi í føroysku náttúruni. Og at hann saman við náttúrufrøðingur kring heimin hevur eyðmerkt 350 nýggj sløg í Føroyum. 

Jens-Kjeld Jensen takka Norðurlandaráðnum so miriliga fyri heiðurin, men fyrst og fremst mátti hann takka konuni, sum millum annað rekur heimasíðuni hjá teimum, ið er sera týðandi fyri útbreiðsluna av greinunum, sum tey skriva. 

Jens-Kjeld Jensen takkaði eisini føroyingum fyri allan stuðulin og hjálpina, ið hann hevur fingið millum ár og dag. Tað hevði ikki borið til uttan hana, segði Jens-Kjeld

Við virðislønini fylgja 350.000 krónur. 

Tað var 26. ferð at umhvørvisvirðisløn Norðurlandsráðsins varð handað. 

Hinir føroyingarnir, sum vóru innstillaðir, vóru Janus Rasmussen fyri tónleikaverkið "Vín", Oddfríður Marni Rasmussen fyri skaldasøguna "Ikki fyrr enn tá", og Rakel Helmsdal var við í kappingini um at fáa virðislønina fyri barna- og undómsbøkur fyri bók hennara "Loftar tú mær?". 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 24. apríl
Vikuskiftið 24 apríl 2026
207545
Fríggjadag 24. apríl
LEITISSTEIN 24.04.2026 (Wolfgang)
207536
Fríggjadag 24. apríl
Beinleiðis úr Studio 5 - Gjáir
207518
Fríggjadag 24. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 24.apríl 2026
207138
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. apríl
Hallucination
207204
Fríggjadag 24. apríl
Veðrið
207539
Fríggjadag 24. apríl
Kakumiks 2 (6:7)
207533