Undantaksstøðan í Spania longd

Undantaksstøðan í Spania longd
Myndugleikarnir í landinum hava fyribils longt undantaksstøðuna í landinum eitt hálvt ár
Sponsku myndugleikarnir leingja nú undantaksstøðuna í landinum í eini roynd at tálma COVID-19 smittuspjaðingini
 
30.10.2020 - 07:09

Undantaksstøðan, sum varð lýst í Spania sunnudagin, varð í gjár longd í eitt hálvt ár. Tað skrivar bretska blaðið, the Guardian.

Spanska undirhúsið samtykti at leingja undantaksstøðuna í eitt hálvt ár í eini roynd at minka um koronasmittutrýstið, sum veruliga hevur fingið fastatøkur í Evropa aftur.

Undantaksstøðan merkir, at tær 17 landspartastjórnirnar í Spania eitt nú fáa valdið til at avmarkað ferðafrælsið hjá fólkum, seta útgongubann í verk og at steingja mørkini millum landspartarnar.

Katalonia stongt landamarkið

Atkvøðugreiðslan í Spanska undirhúsinum var samstundis, sum stjórnin í Katalonia avgjørdi at banna fólki at koma og fara úr landslutinum í 15 dagar.

Hetta verður gjørt, fyri at forða fyri at sjúkrahúsini verða ovbyrað, siga myndugleikarnir í Katalonia.

Í farnu viku gjørdist Spania tað fyrsta landið í Evropa, har talið av koronasmittaðum fólkum fór upp um milliónina.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 31. mars
Morgunlestur týsdagur 31.mars 2026
205927
Mánadag 30. mars
Orðaval #34: Málsløg
206415
Mánadag 30. mars
Morgunlestur mánadagur 30.mars 2026
205926
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 30. mars
Veðrið
206444
Mánadag 30. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
206430
Sunnudag 29. mars
Andakt
206401