Ber ikki til at flyta grótið sjóvegis

Ber ikki til at flyta grótið sjóvegis
Tunlafelagið sigur, at Kirkjubønes er ein avbjóðing, tí har kann vera sera harðbalið
Niðurstøðan hjá tunlafelagnum er, at tað ber ikki til at flyta grótið úr Sandoyartunlinum við grótbáti til Runavíkar
 
04.11.2020 - 08:46

Ikki ber til at flyta grótið úr Sandoyartunlinum eftir sjónum til Runavíkar.

Tað hevur Fíggjarmálaráðið fingið at vita frá felagnum Eystur- og Sandoyartunlum.

Og tað hevur Fíggjarnevndin hjá løgtinginum nú fingið at vita frá Fíggjarmálaráðnum.

Tunlafelagið hevur sagt, at møguleikin at sigla grótið hevur verið umrøddur. Tað tykist tó alt ov avbjóðandi. 

Ikki er pláss fyri stórari grótgoymslu á Gomlurætt. Harumframt er nógv annað virksemi á Gomlurætt. 

Kirkjubønes ein avbjóðing

Ein onnur avbjóðing er, at grótið skal førast um Kirkjubønes, sum kann vera sera harðbalið. 

Samanumtikið er niðurstøðan hjá felagnum, at tað ikki er møguligt at flyta grótið við grótbáti.

Runavíkar kommunu tekur helvtina av grótinum, sum kemur á Gomlurætt úr Sandoyartunlinum.

Er áhugi fyri grótinum, eru framvegis stórar nøgdir av gróti tøkar á Gomlurætt og í Traðardali, hevur Fíggjarnevndin fingið at vita. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 1. juli
Skratsj 1. juli 2026
210398
Mikudag 1. juli
HM-tíðindi 1. juli 2026
210394
Mikudag 1. juli
Morgunlestur mikudagur.
210323
Týsdag 30. juni
Ung lesa 1.partur - Rúnaspá
210339
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210384
Týsdag 30. juni
Veðrið
210360