CPR-nummarið komið í løgtingið

CPR-nummarið komið í løgtingið
Málið hevur ávísan skund, tí lógarbroytingin skal koma í gildi á nýggjárinum
Hagstovan upplýsti í mai 2017, at 33,4 prosent av føroyingum, sum búgva í Føroyum, hava CPR-nummar
 
05.11.2020 - 08:46

CPR-nummarið kom í løgtingið í gjár.

Orsøkin til, at landsstýrið vil hava CPR-nummar til føroyingar í Føroyum, er, at føroyingar hava sera nógv samskifti við danskar stovnar og tænastur.

Serliga fýra øki hava brúk fyri CPR-nummari, sigur landsstýrið.

Tey eru sjúkrahúsverkið, tey, sum arbeiða hjá statinum, donskum privatum arbeiðsgevarum ella fáa statspensjón, fólk,sum ætla sær at flyta til Danmarkar og tey, sum hava brúk fyri NemId.

Ein triðingur hevur CRP-nummar

Hagstovan upplýsti í mai 2017, at 33,4 prosent av føroyingum, sum búgva í Føroyum, hava CPR-nummar.

Endamálið við uppskotinum um at broyta donsku lógina um CPR er, at Ríkisumboðið kann geva fólki CPR-nummar, uttan at tey kunnu vísa á, at tey hava brúk fyri tí beint nú.

Fólkatingið hevur longu viðgjørt uppskotið. Tað var 30.oktober. 

Málið er nú í Sosial-og innanríkisnevndini. Tað hevur ávísan skund, tí lógarbroytingin skal koma í gildi á nýggjárinum. 

Løgtingið skal taka støðu til uppskotið, áðrenn endaliga viðgerðin verður í fólkatinginum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 oktt 2026
214959
Sunnudag 18. oktober
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
214957
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858