Bara 2.000 atkvøður á muni í Georgia

Bara 2.000 atkvøður á muni í Georgia
Joe Biden nærkast spakuliga teimum 270 valmonnunum, ið kunnu tryggja honum forsetaembætið, samstundis sum Trump sleingir um seg við ákærum
Demokratiska forsetavalevnið, Joe Biden, tykist nærkast einum sigri í amerikanska forsetavalinum
 
06.11.2020 - 06:30

Tað krevjast 270 valfólk, fyri at hava vunnið amerikanska forsetavalið. Joe Biden er nú komin upp á 264 valfólk og stendur til at vinna Nevada, ið hevur seks valfólk.

Statirnir Pennsylvania og Georgia eru eisini spennandi í løtuni. Har hevur Donalt Trump verið greitt á odda, men meðan tey hava talt vestan hav í nátt, er munurin tódnaður nógv.

 >> SÍ EISINI Telja framvegis atkvøður í USA

Í Georgia er Donald Trump á odda við 2.000 atkvøðum. Har eru umleið 15.000 atkvøður eftir at telja. Í Pennsylvania er Trump á odda við 40.000 atkvøðum, og har eru umleið 250.000 atkvøður eftir at telja.

Í báðum statum er talan um brævatkvøður, sum í løtuni verða taldar. Og júst millum brævatkvøðurnar eru fleiri atkvøður til demokratarnar.

Trump sleingir um seg við ákærum

Spenningurin fekk í nátt okkara tíð sitandi forsetan, Donald Trump, á røðarapallin í Hvítu Húsunum, har hann legði demokratarnar og ávísar statir undir at fremja valsvik.

Telja vit tær lógligu atkvøðurnar, so vinni eg lættliga. Telja tit ólógligu atkvøðurnar, so royna tey at stjala valið frá okkum, segði Donald Trump á tíðindafundi úr Hvítu Húsunum í nátt okkara tíð.

Fleiri amerikanskar sjónvarpsstøðir hildu ákærurnar í røðuni hjá Donald Trump vera so mikið ógvusligar og ógrundaðar, at tær góvust at senda frá tíðindafundinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 1. apríl
Eitt korter við klassiskum
206529
Mikudag 1. apríl
Skratsj 1. apríl 2026
206527
Mikudag 1. apríl
Morgunlestur mikudagur 1.apríl 2026
205929
Týsdag 31. mars
Morgunlestur týsdagur 31.mars 2026
205927
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. apríl
Dagur & vika - teknmálstulkað
206524
Týsdag 31. mars
Veðrið
206501
Týsdag 31. mars
KAKUMiKS 2 (2:7) - teknmálstulkað
206483