- Vit fara at vinna valið

- Vit fara at vinna valið
Joe Biden helt í nátt okkara tíð røðu til amerikanska fólkið, nú tað eru ábendingar um, at hann fer at vinna forsetavalið í USA.
Mynd: Joe Biden, forsetavalevni
 
07.11.2020 - 13:34

Joe Biden segði seg í røðuni trúgva uppá, at hann og varaforsetavalevnið, Kamala Harris, fara at vinna í bæði Georgia, Pennsylvania, Arizona og Nevada.

- Vit hava ikki nakra endaliga uppteljing enn, men tølini geva okkum greiðar ábendingar um, at vit fara at vinna valið, segði Biden.

Joe Biden hevur higartil fingið meira enn 74 milliónir atkvøður, sum eisini er met hjá einum forsetavalevni í USA.

Í røðuni undirstrikaði Biden, at hann er til reiðar at basa koronuvirusinum, fáa búskapin á beina kós aftur og at savna landið.

Biden sigur seg longu hava tosað við serfrøðingar um koronuvirusið og búskapin hjá landinum.

Eingin av teimum stóru fjølmiðlunum í USA hevur higartil torað at útnevnt Joe Biden sum vinnara eftir forsetavalið týsdagin, tí sera tætt er enn millum Trump og Biden í fleiri statum, og endaligu uppteljingarnar eru ikki lidnar enn.

Spurningurin um Joe Biden fór at útnevna seg sjálvan vinnara í røðuni í nátt, gjørdist aktuellur í gjárkvøldið eftir at Biden yvirhálaði Trump í Pennsylvania, sum hevur 20 valmenn.

Fyri lítlari løtu síðani - klokkan 12 - vóru 99 prosent av atkvøðunum í Pennsylvania taldar, og tá var sera tætt millum valevnini bæði.

Joe Biden hevði tá 49,64 prosent av atkvøðunum og Donald Trump hevði 49,21 prosent av atkvøðunum.

Sostatt var munurin bara 0,43 prosent til fyrimuns fyri Joe Biden.

Vinnur Biden teir 20 valmenninar í statinum Pennsylvania, verður hann næsti forsetin í USA.

Fyri at gerast forseti í USA skal eitt valevni fáa minst 270 valmenn. Sambært nýggjastu forsøgnini hjá AP hevur Donald Trump í løtuni 214 valmenn.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 13. november
Vikuskiftið 13 nov 2026
216396
Fríggjadag 13. november
LEITISSTEIN 13.11.2026 (Anna Katrin Egilstrøð)
216384
Fríggjadag 13. november
Tekstur til tónleik: Vald
216134
Fríggjadag 13. november
Breddin: Miðlastuðul og vitlíki í bókmentum
216363
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Fríggjadag 13. november
Veðrið
216392
Fríggjadag 13. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216364
Hósdag 12. november
Veðrið
216328