Hvør heldur sum tú?

bannari
Hvør heldur sum tú?
Umhvørvisfelagsskapurin Veðurlagslóg NÚ bjóðar veljarum eina quiz, har til ber at finna út av, hvat ymsu valevnini halda um umhvørvis- og orkumál
 
10.11.2020 - 13:47

Ivast tú enn, tá tú hugsar um, hvar krossurin skal setast, og spælir umhvørvið ein leiklut í tínum vali, so hevur umhvørvisfelagsskapurin Veðurlagslóg NÚ eitt amboð, ið kann hjálpa tær at velja eitt valevni, ið heldur tað sama sum tú.

Felagsskapurin hevur heitt á øll uppstillað um at svara nøkrum spurningum sum geva ábending um, hvar tey standa innan orku og umhvørvi, og sjálvt um ikki øll tey 548 uppstillaðu hava svarað, so luttekur ein góður triðingur í kanningini, og hetta er eitt nøktandi svar, sigur Ingmar Valdemarson á Løgmansbø, sum tó hevði ynskt sær, at talið var hægri.

Vit høvdu vónað at luttøkan var hægri, men til eitt kommunuval er hetta helst eitt realistiskt úrslit, tí tað er ymiskt, hvussu seriøs tey uppstillaðu eru. Summi vilja fegin veljast inn og hava eina greiða hugsan um hvat tey vilja, eisini á umhvørvisøkinum, meðan onnur mest eru við fyri at hjálpa til við at manna listarnar.

Hann leggur afturat, at tey tó høvdu ynskt, at summar av størru kommununum vóru betri umboðaðar, tí hesar hava meira ella størri vinnu og tí eisini størri árin á umhvørvið.

Eitt annað týdningarmikið endamál við hesari kanning er, at vit fáa stimbrað valevni til at gera sær nakrar tankar um umhvørvið, tí kommunur spæla ein stóran leiklut, tá tað snýr seg um bæði útlát og burðardygd.

Til spurningin um, hvørt hetta er nakað, sum man kann minna valevnini uppá eftir valið ella ikki, sigur Ingmar, at tað fyri sovítt ongantíð var endamálið. Tvørtur ímóti kann hetta vera eitt gott amboð hjá teimum valdu at síggja, hvar hini valdu eru, og hvat man kann samstarva um á umhvørvisøkinum.

Eftir middag høvdu eitt vet yvir 2000 fólk svarað kanningini, sum er at finna her

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 12. februar
Kvørnin: "Monochrome", Gunnva
204144
Hósdag 12. februar
Nýtt ljóð
204140
Hósdag 12. februar
Eitt korter við jazztónleiki
204126
Hósdag 12. februar
Breddin: Útlendingar í Føroyum
204109
Hósdag 12. februar
Morgunlestur hósdagur 12.februar 2026
203859
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 12. februar
Hoydalar: Eyðun Nolsøe
204061
Hósdag 12. februar
Anna Lovisa: Hvitar flykrur
204114
Hósdag 12. februar
Sophilia: Á um vit
204115
Hósdag 12. februar
Emma: Mítt land
204116
Hósdag 12. februar
Bjarki: So nógvar røddir
204117