40 prosent av farstøðini í Kastrup lata aftur

bannari
40 prosent av farstøðini í Kastrup lata aftur
Ferðafólkatalið er minkað 90 prosent
Nú koma og fara 5.600 ferðafólk um floghavnina í Kastrup um dagin. Somu tíð í fjør var talið 83.000 um dagin
 
17.11.2020 - 16:27

Floghavnin í Keypmannahavn letur 40 prosent av terminaløkinum aftur, orsakað av koronukreppuni. 24 portur - gate'ir - verða stongd frá 25. november í eitt ár, nú talið av ferðafólkum er minkað.

Floghavnin kann taka millum 30 og 35 milliónir fólk um árið, men nýggjastu tølini vísa, at talið av ferðandi er minkað 90 prosent. Tí er eingin orsøk til at hava opið í allar farstøðini.

5.600 ferðafólk um dagin

Í løtuni fara 5.600 ferðafólk um flogvøllin í Keypmannahavn um dagin. Somu tíð í fjør var hetta talið 83.000 um dagin.

Stongda økið fevnir um A-lonina og Vestur-lonina. Eisini verður inngongdin til trygdareftirlitið í Terminali 2 stongd. Broytingarnar hava við sær, at 24 av 78 gate'um verða stongdar.

Økið verður stongt alt 2021, men kann latast uppaftur eftir tveimum mánaðum, um talið av ferðandi veksur so mikið, at neyðugt verður við meira plássi. 

Spara streym og reingerð

Framrokningar vísa nú, at í fyrsta lagi í 2022 verður brúkt fyri allar farstøðini í Kastrup.

Rakstrarstjórin í floghavnini, Christian Poulsen, sigur, at møguleikar eru at spara t.d. streym, reingerð, røkt og varðhald. 

- Hvør króna, sum vit kunnu spara, er avgerandi, nú flogvøllurin hevur mist mestsum allar inntøkur, og vit mugu læna pengar hvønn mánað fyri at hava opið, sigur rakstrarstjórin.

Talið av fyritøkum, sum leiga í terminaløkinum, er eisini minkað. Fyri koronukreppuna vóru 140 eindir, sum leigaðu høli í terminalinum, nú eru bara 20 eftir, skrivar check-in.dk.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 1. mai
LEITISSTEIN 30.04.2024 (Hamradun)
174433
Týsdag 30. apríl
Samværi 033 - at geva út
174140
Týsdag 30. apríl
Góðan morgun Føroyar
174385
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 30. apríl
Mett fyri minni (1:3) - teknmálstulkað
174432
Týsdag 30. apríl
70 metra dýpi - teknmálstulkað
174431
Týsdag 30. apríl
Veðrið
174418
Týsdag 30. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174398
Sunnudag 28. apríl
Andakt við Jóhan Peturi Johannesen
174283