Prísurin fyri at koyra undir sjónum er kunngjørdur

Prísurin fyri at koyra undir sjónum er kunngjørdur
Fyri lítlar dieselbilar verður nakrar krónur bíligari at brúka gomlu leiðina
Eysturoyartunnilin er so at siga liðugur. Tøkniliga útgerðin skal roynast, og 17.desember er ætlanin at hava trygdarvenjing
 
29.11.2020 - 10:05

Tað verður seks krónur dýrari at brúka Eysturoyartunnilin enn at koyra gomlu leiðina, hevur tú ein lítlan persónbil, sum brúkar diesel og koyrir úr Klaksvík til Havnar.

Annars er tunnilin bíligari, sigur felagið, sum eigur tunnilin. Á heimasíðuni tunnil.fo eru seks útrokningar fyri persónbilar, fyri lítlar, miðalstórar og stórar bilar, bensinbilar og dieselbilar.

Størsta sparingin er tann hjá persónbilum, sum brenna bensin. Hann kostar 459 krónur sum nú er, men fer hann gjøgnum Eysturoyartunnilin, kostar hann 332 krónur. Sparingin er 128 krónur.

Minni enn trý korter

Sparingin hjá hinum fýra persónbilunum er millum tríggjar og 66 krónur. Sparda tíðin er 27 minuttir.

Túrurin úr Klaksvík til Havnar fer at vara 41 minuttir, um koyrt verður í Eysturoyartunlinum. Prísirnir fyri at brúka Eysturoyartunniln eru kunngjørdir.

Tað fer at kosta 65 krónur at brúka Eysturoyartunnilin millum Eysturoynna og Steymoynna hjá teimum, sum hava hald, 41 túrar ella fleiri fyri persónbilar. 

Eitt hald kostar 200 krónur um árið. Miðað verður eftir, at Eysturoyartunnilin letur upp fyri jól.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 30. oktober
Vikuskiftið 30 okt 2026
215686
Fríggjadag 30. oktober
LEITISSTEIN 30.10.2026 (Eva Berghamar úr Kayak)
215666
Fríggjadag 30. oktober
Breddin: Valið í Ísrael og rúsevnaviðgerð
215647
Fríggjadag 30. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Benjamin Rajani
215639
Fríggjadag 30. oktober
RagnarRokk: Bülent Ceylan um B.L.N.T.
215051
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688
Fríggjadag 30. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215687
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672