VEKS vil hava frælsi til at skipa eldraøkið

VEKS vil hava frælsi til at skipa eldraøkið
Verandi, tvungna samstarv gagnar ongum, siga tær fýra kommunurnar í VEKS, sum tí biðja landsstýrið um at broyta lóggávuna á økinum
30.11.2020 - 19:45

Kommununar í VEKS-samstarvinum vilja sjálvar gera av, hvønn tær skulu samstarva við frameftir.

Tí hevur eitt samt stýri fyri VEKS í dag biðið landsstýrið um at broyta galdandi lóg um kommunalu samstarvsøkini. Kommunurnar vilja hava heimild til - uttan mun til tal av íbúgvum - sjálvar at gera av, um og/ella hvønn tær ynskja at samstarva við um eldraøkið.

Løgtingið samtykti í apríl 2014 Løgtingslóg um kommunalt samstarv á eldraøkinum, og í 2015 var eldraøkið lagt út til kommununar at umsita. Kommunala samstarvið um eldrarøkt og heimatænastu millum Vestmanna-, Eiðis-, Kvívíkar og Sunda Kommunu (VEKS) hevur tó ikki verið uttan avbjóðingar. 

– Tí er hetta eitt neyðugt stig fyri at tryggja gott samstarv frameftir, heldur stýrisformaðurin í VEKS, Jógvan í Skorini.

Lóggávan um kommunalt samstarv er málsøki hjá Helga Abrahamsen, landsstýrismanni. Hann vísir til eftirmetingina av eldraøkinum, sum er ígongd. 

– Trupulleikin við verandi skipan er, at veikastu kommunurnar kunnu stýra menningini av øllum økinum. Hinvegin kann uppskotið hjá VEKS-samstarvinum hava við sær, at onkur øki í landinum detta niðurímillum, sigur landsstýrismaðurin, sum tó enn ikki hevur tikið støðu. 

Eftir innslagið um áheitanina frá VEKS-samstarvinum er Eyðun Christiansen, stjóri í Kommunufelagnum, gestur í sjónvarpsstovuni.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 28. desember
Bolero 28 des 2025
202018
Sunnudag 28. desember
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
202016
Leygardag 27. desember
Morgunlestur leygardagur 27.desember 2025
201878
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 28. desember
Andaktin
202020
Sunnudag 28. desember
Møti úr Kelduni
202023
Fríggjadag 26. desember
Upp á gólv annað jólakvøld 2025
201866
Fríggjadag 26. desember
Javnaguðstænasta úr Glyvra kirkju
201983
Fríggjadag 26. desember
Andakt annan jóladag við Jógvani Fríðrikssyni.
201980