WHO: Brúkið andlitsmasku á jólum

bannari
WHO: Brúkið andlitsmasku á jólum
Heimsheilsustovnurin hjá ST mælir nú evropearum til at brúka masku, tá ið fólk savnast um høgtíðina
 
17.12.2020 - 07:57

Um tað ber til, mælir World Health Organization eisini til, stovnurin til, at jólini verða hildin uttandura. Tað skrivar beretska kringvarpið, BBC.

Tað kann tykjast løgið at bera masku og halda frástøðu saman við vinum og familju, men tað hevur stóran týdning fyri trygdina og heilsuna hjá øllum, skrivar WHO. 

Óttast eina nýggja bylgju

Orsøkin er høga smittutalið í fleiri evropeiskum londum, og at vandi er fyri, at ein nýggj koronubylgja kann skola yvir heimspartin tíðliga í 2021. 

Fráboðanin hjá WHO kemur um somu tíð sum Ursula von der Leyen, forkvinna í ES-nevndini, hevur boðað frá, at limalondini fáa koppingarevnið áðrenn ein vika er farin.

Hetta er ein vika áðrenn upprunaliga mett varð. Talan er um koppingarevnið hjá Pfizer/BioNTech, sum er sama evni, ið verður brúkt í Onglandi og Kanada.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 7. september
Morgunlestur mánadagur 7. september
212718
Sunnudag 6. september
Bolero 06 sep 2026
212774
Leygardag 5. september
Plátupanelið #41 (One & Done)
212762
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 6. september
Andakt við Jastrid á Dul Sørensen
212777
Sunnudag 6. september
Guðstænasta úr Fuglafjarða kirkju
212776
Fríggjadag 4. september
Veðrið
212742
Fríggjadag 4. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212713
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598