Smittað heilsustarvsfólk kunnu missa løn

Smittað heilsustarvsfólk kunnu missa løn
Starvsfólk í grønlendska heilsuverkinum hava fingið at vita, at verða tey smittað av koronu uttanlands, kunnu tey verða drigin í løn
Fakfeløg hjá heilsustarvsfólkum í Grønlandi hótta við at stevna landsmyndugleikunum, sum ætla at draga fólk í løn, um tey verða smittað av koronu uttanlands
 
18.12.2020 - 09:44

Í Grønlandi hótta fakfeløg á heilsuøkinum við at steva landsmyndugleikunum, um starvsfólk verða drigin í løn, um tey verða smittað við koronu.

Tað skrivar grønlendska kringvarpið, KNR.

Fyrr í vikuni sendi leiðslan í grønlendska sjálvstýrinum ein teldupost til starvsfólkini við boðum um, at tey kundu verða drigin í løn, um tey verða smittað av koronu uttan fyri Grønland. Í teldupostinum stendur, at tað er grovt ósketni at ferðast uttanlands í løtuni.

Hetta hevur fingið øði í samtakið hjá heilsustarvsfólkunum, PPK, sum hóttir við at fara í rættin, um starvsfólkini verða drigin í løn.

Sjúka er sjúka

- Sjúka er sjúka, og teir av okkara limum, sum hava rætt til løn undir sjúku, hava eisini rætt til løn, sama um hendan sjúkan hevur samband við Covid 19, sigur formaðurin í PPK, Ken Jensen, í tíðindaskrivi. 

Hann sigur eisini, at starvsfólk hava ikki skyldu til at boða arbeiðsgevaranum frá, hvørja sjúku viðkomandi hevur.

Heldur sjálvstýrið fast um, at starvsfólkini skulu missa løn undir koronasjúku, kann tað hava við sær, at samtakið fer í rættin við málinum.

  
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846