Stóra Bretland góðkent enn eitt koppingarevni

bannari
Stóra Bretland góðkent enn eitt koppingarevni
Nýggja koppingarevnið, sum vísindafólk við lærda háskúlan í Oxford hava ment, fer at seta nógv meiri ferð á koppsetingarnar í Bretlandi
Manntómar gøtur í Regent Street í Stóra Bretlandi annan jóladag. Nú er enn ein koppseting góðkend at brúka í landinum
 
30.12.2020 - 09:49

Korona-koppingarevnið Oxford-AstraZeneca hevur nú fingið allar neyðugar góðkenningar í Bretlandi, og sostatt er enn eitt koppingarevni tøkt í stríðnum móti COVID-19. Tað skrivar BBC í morgun.

Bretar byrjaðu fyrr í hesum mánaðinum at koppseta við koppingarevninum hjá Pfizer-BioNTech, og síðani tá eru meir enn 600.000 fólk í Bretlandi koppsett.

Men nýggja koppingarevnið, sum vísindafólk við lærda háskúlan í Oxford hava ment, fer at seta nógv meiri ferð á koppsetingarnar í Bretlandi.

100 milliónir skamtar bílagdir

Stjórnin í Bretlandi hevur bílagt 100 milliónir skamtar frá AstraZeneca, og tað er nóg mikið til at koppseta 50 milliónir fólk í landinum fyri COVID-19.

Ein stórur munur er, at koppingarevnið hjá Pfizer-BioNTech má goymast í 70 kuldastigum, men nýggja koppingarevnið kann goymast í einum vanligum kuldaskápi.

Tað fer at gera tað nógv lættari at fáa koppingarevnið út til eitt nú ellis- og røktarheim. Nýggja koppingarevnið kemur væl við í Bretlandi, sum hevur havt stórar trupulleikar av koronu seinastu tíðina.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 29. apríl
Mono 290426 - 5. sending
207733
Mikudag 29. apríl
Skratsj 29. apríl 2026
207718
Mikudag 29. apríl
Eitt korter við klassiskum
207717
Mikudag 29. apríl
Serfrøðingurin
207705
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 29. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
207708
Týsdag 28. apríl
Veðrið
207687
Mánadag 27. apríl
Veðrið
207632
Sunnudag 26. apríl
Guðstænasta úr Sandavágs kirkju
207572
Fríggjadag 24. apríl
Hallucination
207204