Skotland letur aftur

bannari
Skotland letur aftur
Myndugleikarnir stúra fyri, at heilsuverkið verður ovbyrjað av koronusjúklingum, verða eingi stig tikin
 
04.01.2021 - 17:07

Skotland letur aftur á midnátt í kvøld. Tað boðaði fyrstiráðharrin, Nicola Sturgeon, skotska tinginum frá seinnapartin.

Samstundis kemur ein lóg í gildi, um at fólk skulu halda seg innandura allan januar. Tað skrivar Sky News. Flestu skúlar lata eisini aftur.

Eg geri ikki av, tá eg sigi, at eg hava stúrt fyri støðuni, sum vit nú eru í, síðani í mars í fjør, segði Nicola Sturgeon í røðu síni fyri skotska tinginum.

Verandi tiltøk muna ikki nóg væl

Sturgeon segði, at støðan við nýggja frábrigdinum av COVID-19-virusinum, sum varð staðfest í Bretlandi herfyri, ger, at tiltøkini, sum longu eru sett í verk í Skotlandi, muna ikki nóg væl.

Tað er umráðandi, at vit forða smittuni at breiða seg, og at vit fáa tamarhald á støðuni, meðan vit koppseta fyri koronu, segði Nicola Sturgeon.

Tí heldur hon, at neyðugt er lata Skotland aftur fyribils - eins og gjørt varð í mars í fjør. Myndugleikarnir í Skotlandi stúra fyri, at verða eingi stig tikin, verður heilsuverkið ovbyrjað av koronusjúklingum næstu vikurnar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 30. august
Tónleikur í 13 øldir (9:10)
210352
Sunnudag 30. august
Guðstænasta í Argja kirkju
212460
Fríggjadag 28. august
Vikuskiftið 28 aug 2026
212437
Fríggjadag 28. august
Søgan um Johnny Cash 8. partur
212406
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290