- Tíðindi, mentan og ítróttur
Bretland letur nú aftur

Í beinleiðis sjónvarpsrøðu í gjárkvøldið segði forsætisráðharrin í Bretlandi, Boris Johnson, at fólk í landinum skulu halda seg innandura.
Flestu skúlar lata eisini aftur, og tey, sum kunnu, skulu arbeiða heima. Støðan við nýggja frábrigdinum av COVID-19-virusinum er álvarsom.
Bretska sjúkrahúsverkið hevur ikki verið undir so stórum trýsti sum nú, segði forsætisráðharrin í røðuni í gjárkvøldið.
Stjórnin hevur broytt hugsan
Stjórnin hevur annars hálsað um. Tí í síðstu viku segði Boris Johnson, at børn og ung skuldu aftur í skúla eftir jólafrítíðina.
Avbjóðingin var ikki í skúlunum, segði hann tá. Nú heldur forsætisráðharrin, at tað er neyðugt at lata samfelagið aftur fyribils.
>> SÍ EISINI Skotland letur aftur
Í Skotlandi boðaði fyrstiráðharrin, Nicola Sturgeon, frá í gjár, at Skotland letur aftur. Júst sum landið gjørdi í mars í fjør.
Eisini í Skotlandi stúra myndugleikarnir fyri, at verða eingi stig tikin, verður heilsuverkið ovbyrjað av koronusjúklingum næstu vikurnar.


























