Pence fær 24 tímar freist

Pence fær 24 tímar freist
Demokratarnir geva varaforsetanum eitt samdøgur til at svara uppá, um hann setir tiltøk í verk fyri at reka forsetan frá
 
11.01.2021 - 08:46

Demokratarnir hava givið amerikanska varaforsetanum, Mike Pence, 24 tímar til at svara, um hann fer at kalla stjórnina saman fyri at seta í verk 25. grundlógarískoytið og fer at boða frá, at forsetin ikki er førur fyri at røkja sína uppgávu, og at varaforsetin tí verður virkandi forseti. 

Tað skrivar Nancy Pelosi, forkvinna í Umboðsmannatinginum í gjárkvøldið. Atkvøðugreiðsla verður helst um uppskotið, er Trump ikki førur fyri at røkja embætið, skrivar Pelosi.

Mangla átta undirskriftir

Í USA hava 210 limir í Umboðsmannatinginum nú skrivað undir uppskot um at byrja ríkisrættarmál móti fráfarandi forsetanum, Donald Trump. Tað boðaði Ted Liud, sum er limur í Umboðsmannatinginum, frá stutt fyri midnátt í gjárkvøldið.

Fyri at fáa undirtøku fyri uppskotinum, skulu 218 av teimum tilsamans 435 limunum í Umboðsmannatinginum skriva undir. Eitt slíkt uppskot skal tó eisini góðkennast í Senatinum.

Tað er leikluturin hjá Donald Trump í samband við ógvusligu mótmælini í Washington 6. januar, tá hansara viðhaldsfólk troðkaðu seg inn í Kongressina, sum hevur fingið demokratarnar til at fyrireika eitt ríkisrættarmál móti honum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 1. apríl
Eitt korter við klassiskum
206529
Mikudag 1. apríl
Skratsj 1. apríl 2026
206527
Mikudag 1. apríl
Morgunlestur mikudagur 1.apríl 2026
205929
Týsdag 31. mars
Morgunlestur týsdagur 31.mars 2026
205927
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. apríl
Dagur & vika - teknmálstulkað
206524
Týsdag 31. mars
Veðrið
206501
Týsdag 31. mars
KAKUMiKS 2 (2:7) - teknmálstulkað
206483