Søkja eftir starvsfólki til sendistovuna í Ísrael

Søkja eftir starvsfólki til sendistovuna í Ísrael
Eitt krav er, at umsøkjarar duga at skriva og tosa raðið hebraiskt og enskt
John Rajani er føroyskur sendimaður í Ísrael. Nú verður søkt eftir fólki til sendistovuna
 
15.01.2021 - 08:41

Nú verður søkt eftir starvsfólki til føroysku sendistovuna í Tel Aviv.

Lýsingin, sum er á enskum, stendur á heimasíðuni hjá Uttanríkis- og Mentamálaráðnum.

Tann, sum fær starvið, skal helst byrja 1.mars. Arbeiðstíðin er 37 tímar um vikuna.

Umsóknarfreistin er til 15.februar.

Eitt krav er, at umsøkjarar duga at skriva og tosa raðið hebraiskt og enskt, og ein fyrimunur er at vita eitt sindur um føroyskt, danskt ella annað skandinaviskt mál. 

Akademisk útbúgving krevst eisini.

Føroyska sendistovan er í danska sendiráðnum í Tel Aviv í Ísrael.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 10. mai
Guðstænasta í Kvívíkar kirkju
208155
Sunnudag 10. mai
Bolero
208154
Sunnudag 10. mai
Credo: Ora et labora.
208078
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 10. mai
Møti úr Lívdini í Hoyvík
208164
Sunnudag 10. mai
Misery
208162
Sunnudag 10. mai
Andaktin
208158
Fríggjadag 8. mai
Veðrið
208112